Tiltøk.
.jpg)
Við sangum sum «Oktober, Bergen by», «Bittelitt» og «Alma» hevur Spellemann Award vinnarin Oddny fyri langari tíð síðani markerað seg í norska tónleikaheiminum.
Við sínum heilt egna og lætta stíli er framførslan full av kenslum, nærleika og innliving. Á pallinum eru tey vorðin eitt av teimum mest umrøddu í Noregi, og í 2025 tóku teir bæði festivalar og konsertsalir við stormi – frá smáum til stórum pallum í bæði Noregi og Svøríki.
Oddny er nú aftur við nýggjari orku, nýggjum plektrum og greiðum ætlanum. Teir koma við fullari ferð, við sangum sum raka beint í hjartað uttan at banka uppá.

🤘 HERE WE GO AGAIN! JÓLAMÁLMUR 2026!🔥
Nógv hava longst eftir at sleppa at headbanga, tá jólamaturin er etin, og familjuhugnin hevur toppað.
Tí fara vit at skipa fyri einum ordiligum málmbraki í OY tann 26. desember!
Gerið tykkum klár til eitt kvøld við tungum riffum, nógvum larmi og headbanging fyri allar pengarnar! 🤘🔥
Meira kunning kemur skjótt!
